Hvat er psykoterapi?
Psykoterapi byggir á djúpa samrøðu í trúnaði, sum tekur støði í tínum kroppi, kensum og tonkum.
Psykoterapi snýr seg m.a. um
Broyting
Fyribyrging og viðgerð
Menninga av tær sum menniskja og medmenniskja
gestaltterapi
Tað kann sigast , at gestaltterapi er at binda sloyfur á leysar endar. At tetta lekar í orkutanganum. Við øðrum orðum at fáa frið við okkurt, sum fyllir óviljað í huganum. At finna útav av hvussu tú kanst handla øðrvísi í ávísum støðum, sum vísa seg at endurtaka seg. At broyta eitt mynstur, sum ikki er gott fyri teg. At fá nýggjar framferðarar mátar, so tað kanst vera meira Tú millum onnur, uttan at føla teg skeivan. At liva í nú´inum. Gamlar sorgir, svik, trauma og aðrar upplivingar kunnu forða einum at liva í nú´inum. Við gestaltterapi taka vit hond um tað, sum órógvar nú´ið.
kropsterapi
Kroppurin goymir alt tað tú hevur gloymt. Hann samskiftir eisini við teg allan dagin og hvønn dag. Tað vísir seg at nógv okkara hava gloymt at lurta eftir hvat kroppurin hevur at siga okkum og hvussu nógv hann hevur at siga. Kroppurin hevur altíð svar til t.d. eina støðu tú skalt taka, men tað hava flest okkara gloymt. Vit kenna tað frá børnunum, tey fáa ilt í búkin um okkurt er, sum ikki ruggar rætt. Við kropsterapi venja vit okkum at venda uppmerkseminum aftur til kroppsins rødd og endurvinna soleiðis møguleikarnar fyri kontakt til okkum sjálvi og okkara medmenniskju.
Kunstterapi
Kunstterapi kemur frá sama staði, sum okkara dreymar. Gjøgnum kunstterapi, eins og dreymar, fært tú boð frá tíni ótilvitsku, sum vil hjálpa tær í tínum gerandisdegi. Hjálpa tær í tínum samskifti og relatiónum til onnur og teg sjálvan. Kunstterapi er serliga góð til støður tú ikki hevur orð fyri t.d. okkurt sum tað sum ongantíð fyrr hevur tosað um. Sagt verður, at tað málsliga er ein máti at samskifta uppá, kunsterapi er ein annar. Kunstterapi er í fyrsta umfari samskifti frá tær til tín. Kunstterapi er ikki tað sama sum tað vit vanliga skilja sum list, men er eitt amboð til betri sjálvsfatan.
Kun i den udstrækning et menneske hengiver sig til virkeliggørelsen af sit livs mening, realiserer det sig selv. Lidelsenes mening er at se sin lidelse som noget forædlende, snarere end som noget vanærende. At have været er den sikreste måde at være på. Mennesket eksisterer ikke bare, det bestemmer altid hvordan dets eksistens skal være i det næste øjeblik. Det vil sige, at hvert eneste menneskelige væsen har frihed til at forandre sig i det næste øjeblik.
Victor Frankl